Alt bendir á, at ein skal leita sær norðureftir fyri at fáa ein møguleika at uppliva partvísu sólarmyrkingina, sum byrjar beint áðrenn klokkan 18 í dag.
Veðurstovan skrivar, at manningin har er farin til Viðareiðis fyri at uppliva sólarmyrkingina saman – har eru sannlíkindini størri enn aðrastaðni í Føroyum, skrivar Hanus Kjølbro á heimasíðuni hjá Veðurstovuni.
Ætlanin var at fara niðan á Háls oman fyri Klaksvík, tí har er einki fjall fyri. Men har er svart í mjørka, so svart, at tað sæst illa bara at koyra við bili niðan.
Tí fara vit heldur til Viðareiðis at hyggja, skrivar Hanus Kjølbro. Men hann leggur afturat:
- Einki er vist her í verð, serliga tá ið tað hevur við veðrið at gera. Skýloftið kann broytast báðar vegir, men sannlíkindi er ið hvussu so er betri, at okkurt sæst á Viðareiði heldur enn í Klaksvík.
- Vit standa heimi á Bakka – t.e. nær við kirkjuna – eitt sindur áðrenn klokkan 18. Havi keypt nakrar brillur, sum tit kunnu læna. Eisini nakrar kannur við kaffi og okkurt søtt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald