Innanlands

Ikki nógv fingu eygað á sólina tá mánin fór framvið

Sum skilst kundi hon einans upplivast á Eiði og á Viðareiði.

(Mynd: Kristian Eli Zachariasen)

(Mynd: Kristian Eli Zachariasen)

2026-08-13 07:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Líkindini at síggja sólarmyrkingina í gjárkvøldið vóru ikki góð í Føroyum. Sum skilst so var tað einans á tveimum støðum, at tað sást eitt sindur til sólina hesa løguni – á Eiði og á Viðareiði.

Flest fólk vóru savnað á Viðareiði, har Veðurstovan skipaði fyri tiltaki í sambandi við myrkingina.

Myndina omanfyri hava vit funnið á Facebook. Kristian Eli Zachariassen megnaði at fáa myndir av endan á myrkingini.

Aðrastaðni í Føroyum var so mikið tjúkt í mjørka, at ein nærmast ikki varnaðist, at mánin eina løtu fjaldi 91 prosent av sólarflatuni.

Herundir eru nakrar myndir úr útlandinum av sólarmyrkingini. Serlig í Spania, har full sólarmyrking var, vóru góð líkindi at upplíva hetta sjáldsama náttúrufyribrigdið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder