Talskvinnan hjá amerikanska forsetanum, Karoline Leavitt, gevst í starvinum seinni í hesum mánaðinum. Tað skrivar Donald Trump, forseti, á Truth Social.
Orsøkin er, at hon skal brúka meira tíð saman við familjuni.
- Hetta er ein avgerð, sum seg skilji og virði, skrivar Trump.
Karoline Leavitt er 28 ára gomul. Hon byrjaði sum talsfólk forsetans, tá Donald Trump tók við á øðrum sinni í januar 2025.
Í vár fór hon í barsilsfarloyvi og føddi eina dóttur 1. mai. Men farloyvisstøðgurin var stuttur. Leavitt og maður hennara hava frammanundan ein son.
Í boðunum á Truth Social sigur forsetin, at Karoline Leavitt er eitt av mest trúføstu starvsfólkum hansara og kallar hana “eitt av bestu talsfólkunum í Hvítu Húsunum nakrantíð”.
Í starvinum sum miðlatalskvinna hevur Leavitt eitt nú givið pláss til fleir smáar netmiðlar, sum eru meira vinarliga sinnaðir fyri politikki forsetans, enn teir siðbundnu miðlarnir eru.
Eins og forsetin sjálvur, hevur hon havt fleiri ósemjur við teir etableraðu miðlarnar.
Øll bond millum Hvítu Húsini og Leavitt verða tó ikki kvett.
- Karoline verður nú ein av týdningarmestu uttanhýsir ráðgevarar mínir og ein týðandi rødd í republikanska flokkinum, meðan vit arbeiða upp á at mótprógva søguni og vinna ein sannførandi sigur á miðskeiðisvalinum, skrivar Trump.
Miðskeiðisval verður í USA 3. november, har eitt nú limir í kongressini skulu veljast.
Demokratiski flokkurin vónar at vinna meirilutan, í hvussu so er í umboðsfólkatinginum, sum er annað av tveimum kømurum í kongressini, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald