Innanlands

Órógvandi maður skuldsettur fyri herverk

Maður var órógvandi og gjørdi seg inn á ein bil í J. C. Svabosgøtu í Havn seinnapartin í gjár.

2026-08-13 07:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan varð seinnapartin í gjár send út eftir einum manni, sum vísti órógvandi atburð í J. C. Svabos gøtu í Havn.

- Vit fingu uppringingar frá fleiri fólkum, sum boðaðu frá, at maðurin gekk aftur og fram og rópti og vísti órógvandi atburð. Hann gjørdi seg eisini inn á onkran bil, greiðir vakthavandi á løgreglustøðini frá.

Maðurin varð handtikin og skuldsettur fyri herverk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder