Mentan

Mezzoforte-fagnaður eykakonsert

Mezzoforte-fjepparar fáa ein eyka møguleika at uppliva tónleikin hjá íslendska jazz- og funkbólkinum.

2026-08-13 09:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vegna stóra áhugan fyri konsertini verður spæld ein eyka Mezzoforte fagnaðar-konsert í Reinsarínum í Havn í annaðkvøld, fríggjadagin klokkan 22.30.

- Tit kunnu gleða tykkum til eitt glóðhoytt summarkvøld við íslendskum klassikarum hjá fantastiska bólkinum Mezzoforte, siga tey í bólkinum.

Mezzoforte fekk sítt altjóða gjøgnumbrot í 1983 við lagnum ‘Garden Party’, og í Føroyum kenna fólk eisini løgini ‘EG. Blues’, ‘High Season’, ‘Night Fall’, ‘Daybreak’, og ja, ein kundi hildið áfram at nevnt meistaraverk omaná meistaraverk.

Brekkufeðgarnir, Hans Petur í Brekkunum og Bastian í Brekkunum, hava enn einaferð savnað sjey fantastiskar groovandi funky tónleikarar, at heiðra íslendska superbólkinum.

Fagnaðarbólkur:

Hans Petur í Brekkunum, tenorsax
Bastian Fossá í Brekkunum, bass
Jákup Tórgarð, keyboard
Ari Johannesen, guitar
Rógvi á Rógvu, trummur
James Goodwin, slagverk
Maria Vang Reinert, trombone
Johan Hentze, trompet
Ernst Remmel, trompet

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder