Eftir ætlan verður sækt eftir nýggjum kommunulækna til Vága kommunu í september, sigur Eyðsdis Hartmann Niclasen landsstýriskvinna í heilsumálum í svari til fyrispurning frá Jóhannis Joensen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin.
Jóhannis Joensen vísti á, at tað í dag eru tveir mannligir kommunulæknar knýttir at læknaviðtalunum í Vágum, og at fleiri borgarar hava víst á ynski um eisini at hava møguleika at velja kvinnuligan kommunulækna.
Landsstýriskvinnan sigur, at tá søkt verður eftir lækna til triðju viðtaluna, fara tey at leggja dent á at seta tann umsøkjaran, sum úr einum heildarsjónarmiði er best skikkaður til starvið, og kann ikki verða gjørdur mun á kyni í tí sambandi.
Eyðdis Hartmann Niclasen vísir í svari sínum á, at nú farið er frá gomlu skipanini við níggju læknadømum og yvir til fimm heilsuøki, er úrvalið av læknum, sum borgarar kunnu velja størri.
Vága kommuna er partur av Heilsuøki 3, sum í løtuni hevur seks kommunulæknaviðtalur, harav tvær eru mannaðar við kvinnuligum kommunulæknum. Tí ber til hjá øllum, sum eru búsitandi í hesum heilsuøkinum at velja kvinnuligan kommunulækna sigur landsstýriskvinnan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald