2026-08-14 19:05
Leygarkvøldið 19. september verður Dansifrøi umskapað til eina sanna 90ara veitslu.
– Har verður allur tann góði tónleikurin frá tí tíðini. Bæði DJ Annand og Ottar Skottar høvdu sína stórheitstíð tá, og fara teir á pallin við øllum hittinum frá 90unum, skriva fyrispurarar í tíðindaskrivi.
– Tann tíðin var merkt av nógvum blinkandi ljósum á dansigólvinum og sjálvandi verður tað ein stórur partur av kvøldinum.
Talan er um eitt kvøld fyrt tey vaksnu, og veður 25 ára aldursmark.
Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald