Mentan

Bulgarski býurin Burgas vertur fyri Eurovision næsta ár

Fýra teir størstu býirnir í landinum kappaðust um at verða vertur fyri sangkappingini.

Ársins Eurovision-sangkapping varð hildin í Wien í mai (Mynd: Hans Klaus Techt/AFP/Ritzau Scanpix)

Ársins Eurovision-sangkapping varð hildin í Wien í mai (Mynd: Hans Klaus Techt/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-14 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mai vann Bulgaria altjóða Eurovision-sangkappingina og harvið rættin til at verða vertur fyri kappingini næsta ár, og vertsbýurin er nú funnin.

Fýra teir størstu bulgarskir býirnir - høvuðsstaðurin Sofia, Plovdiv, Varna og Burgas - kappaðust um at gerast vertur fyri Eurovision Song Contest 2027, og nú er greitt, at kappingin verður í býnum Burgas, sum liggur nær við ferðamálið Sunny Beach.

Tað boða fyriskiparin av Eurovision, European Boradcasting Union (EBU) og bulgarski public service-miðilin BNT frá í tíðindaskrivi.

Tað var songkvinnan Dara, sum við sanginum "Bangaranga" tryggjaði Bulgaria teirra fyrsta Eurovision-sigur nakrantíð.

Landið, sum fyrstu ferð luttók í kappingini í 2005, hevur fleiri ferðir givið avboð til kappingina, m.a. av búskaparligum orsøkum. Í ár var landið við fyri fyrstu ferð í fimm ár.

Eurovision Song Contest 2027 verður í døgunum 11. - 15. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder