Mentan

Norðkraft brestur inn á pall – tíggju ár eftir fyrstu upptøkuna

Tíggju ár eftir fyrstu upptøkuna er bólkurin Norðkraft loksins til reiðar at sleppa rokkinum leysum á palli. Leygardagin 15. august 2026 spælir Norðkraft sína fyrstu konsert nakrantíð á Ljósfest í Vági.

Edmund Jacobsen og Mikkjal Hvannastein

Edmund Jacobsen og Mikkjal Hvannastein

2026-08-14 14:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Søgan um Norðkraft byrjaði í 2016, tá sangarin Edmund Jacobsen - mest kendur sum sangari í Chase - og gittarleikarin Mikkjal Hvannastein hittust í upptøkuhølinum hjá Mikkjali í Klaksvík og tóku staklagið "Gloym Meg" upp.

Síðani tá hevur Norðkraft fyrst og fremst verið ein upptøkuverkætlan. Bólkurin hevur seinnu árini givið út stakløgini "Skít! Líka Mikid!!", "Betur Enn Ongin", "Marianna", "Lap Dance Boogie", "Gloym Meg" og "Heim frá Amerika".

Men nú byrjar ein nýggjur og munandi harðari kapittul. Á Ljósfest verður verkætlanin til ein veruligan pallbólk, tá Norðkraft fyri fyrstu ferð spælir beinleiðis fyri áhoyrarum.

Konsertin verður samstundis eitt tíggju ára hátíðarhald. Tað, sum byrjaði við tveimum tónleikarum í einum upptøkuhøli, verður nú slept leyst á pallinum við fullari rokkmanning.

Norðkraft spælir harðan og melodiskan rokk við føroyskum tekstum. Tónleikurin er merktur av tungum gittarum, sterkum niðurløgum og einari beinleiðis orku. Klassiskur harður rokkur verður blandaður við punk-kendum strofum og nútímans íblástri.

Tá Norðkraft stígur á pallin í Vági, verður tað við hesi manning: Edmund Jacobsen – sang; Mikkjal Hvannastein – gittar; Kristoffer Mørkøre – bass; og James Olsen – trummur.

Talan er um eina sera roynda rokkmanning. James Olsen spældi eisini trummur í Chase saman við Edmund, meðan Kristoffer hevur drúgvar royndir sum bassleikari, tónleikaframleiðari og ljóðtøkningur.

Á skránni eru bæði løg hjá Norðkraft og fleiri av kendastu løgunum hjá Chase. Áhoyrararnir kunnu tí vænta eitt brak av einari konsert, har nýggjur føroyskur rokkur verður bundin saman við einum týðandi kapitli í føroyskari rokksøgu.

Leygardagin 15. august verður pallurin í Vági karmur um bæði eitt hátíðarhald og eina nýggja byrjan hjá Norðkraft.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder