Svenski Ríkisdagurin samtykti í gjár eitt uppskot um at seta revsialdurin niður til 14 ár.
281 atkvøður vóru fyri, og 66 vóru ímóti lógaruppskotinum, sum serliga verður galdandi fyri álvarsom brotsverk sum morð, grov neyðtøka og grovt brot á vápnalógina, skrivar Ritzau.
Fyrr í summar royndi svenska stjórnin at fáa samtykt eitt lógaruppskot um at koyra revsingaraldurin niður til 13 ár, men tað uppskotið varð tikið aftur og kom ongantíð til atkvøðugreiðslu.
Svenski løgmálaráðharrin, Gunnar Strömmer, segði tá, at orsøkin til, at uppskotið varð tikið aftur varð, at tað ikki sá út til at fáa neyðugu undirtøkuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald