Mikudagin 19. august flytur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, enn eina ferð skrivstovuna av Vaglinum í Havn – Hesa ferð til Kirkjubøar.
Endamálið er at kunna seg um viðurskifti í Kirkjubø og eisini at hitta fólk á staðnum, sum harvið eisini fáa høvi at tosa við borgarstjóran um ymiskt, sum kann liggja teimum á hjarta.
– Eg gleði meg at koma eitt sindur runt í bygdini og at tosa, læra og lurta eftir teimum, ið koma á gátt, sigur Elsa Berg.
Byrjað verður klokkan 12.30, tá borgarstjóri, umsitingin og staðbundna nevndin fara runt í bygdini og hyggja og kunna seg um ymisk viðurskifti.
Og frá klokkan 14.00 til 17.00 verður borgarstjórin at hitta í Lágabø 5, har øll eru vælkomin at leggja leiðina framvið.
Fyrr í ár flutti borgarstjórin sína skrivstovu út í Hest og til Velbastaðar, har hon og umsitingin saman við staðbundnu nevndini umrøddu ymisk mál, sum høvdu týdning fyri bygdina. Nú verður tað sama gjørt í Kirkjubø, og ætlanin er at gera tað sama í øðrum bygdum í kommununi komandi tíðina.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald