Innanlands

Einki fæst enn at vita um hendingina í Fuglafirði

Løgreglan úttalar seg tá kanningarnar eru lidnar. Danska løgreglan hjálpir til við kanningararbeiðinum.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-14 16:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ongar viðmerkingar eru enn til tilburðin í Fuglafirði týsdagin, tá ein ungur maður var funnin lívleysur og stór politiatsókn var sett í verk.

Michael Boolsen, fúti, sigur við Kringvarpið, at føroyska løgreglan fær hjálp frá donsku løgregluni til at kanna málið.

Løgreglan kemur væntandi við einum úttalilsi tá kanningarnar eru lidnar, men hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni, verður sagt.

Stutt eftir klokkan 13 týsdagin kom fráboðan úr Fuglafirði um, at ein lívleysur maður lá uttandura, uttan fyri eini hús í Fuglafirði.

Løgregla í stórum tali, sløkkilið og sjúkraflutningstænasta var á staðnum og Bøvegur, har lívleysi maðurin var funnin, var stongdur eina góða løtu.

Talan er um ein ungan mann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder