Uttanlands

Jarðskjálvti í Indonesia: 38 fólk latið lív

Jarðskjálvtin, sum rakti seint í gjárkvøldið føroyska tíð, varð máldur til 7,7 á Richter-stiganum.

(Mynd: Selo/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Selo/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-15 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 38 fólk hava latið lív, eftir at ein jarðskjálvti rakti eystara part av landinum.

Jarðksjálvtin, sum verður máldur til 7,7 á Richter-stiganum, rakti klokkan 4.58 indonesiska tíð, sum er klokkan 22.58 føroyska tíð.

Miðdepilin var 68 kilometrar frá býnum Enda á oynni Flores. Fleiri eftirskjálvtar, harímillum ein, sum varð máldur til 6,1, rakt sama øki, skrivar Ritzau.

Umframt tey andlátini, sum eru váttað í sambandi við jarðskjálvtan, eru tvey fólk álvarsliga løstað, meðan 11 onnur hava fingið smærri skaðar.

Orsakað av jarðskjálvtanum varð eisini ávarað um vandan fyri einari flóðaldu á upp til tríggjar metrar við oynnum Flores og Sulawesi. Flóðaldur á undir ein metur vórðu skrásettar fleiristaðni í landinum, áðrenn ávaringin varð avblást.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder