Innanlands

Ein seinasti túrur í gamla skúlanum í Vestmanna

Gamli skúlin í Vestmanna, sum vit kenna hann, fer í søguna, og í morgin kunnu øll áhugað ganga sær ein seinasta túr gjøgnum skúlan – Eisini verður møguligt at útvega sær innbúgv úr skúlanum, sum ikki skal brúkast aftur eftir umvælingina, boðar Vestmanna kommuna frá.

(Mynd: Vestmanna kommuna)

(Mynd: Vestmanna kommuna)

2026-08-15 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Gamli skúli, sum vit kenna hann, fer í søguna. Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin 16. august. Tá kunnu øll áhugað ganga sær ein seinasta túr eftir teimum kendu gongunum, hyggja inn í floksstovurnar og finna gomul minnir framaftur.

Soleiðis skrivar Vestmanna kommuna, nú gamli skúlin skal umvælast og umbyggjast.

– Fólkaskúlin í Vestmanna hevur eina ríka søgu. Gamli skúli hevur verið karmur um skúlagongdina hjá vestmenningum síðan 1951. Í meira enn sjey áratíggju hava børn lært at lesa og skriva har, fingið vinir og runnið eftir teimum eyðkendu sprøklutu gólvunum millum gulu- reyðu- og bláu gongd.

Hóast skúlin nú verður umvældur og umbygdur, verður virksemið tað sama, tá ið skúlin er liðugur, bara í nýggjum, betri og rúmligari kørmum, skrivar kommuna.

Í sambandi við høvuðsumvælingina skal nógv av verandi innbúgvi ikki brúkast aftur.

Talan er um alt frá skápum, hillum, knakum, lampum, gardinum og annað.

Er tað onkur, sum kanska manglar ein tílíkan lut, ella hevur hug at hava eitt minni úr skúlanum, verður møguligt at útvega sær tað.

Skúlin verður opin frá klokkan 13 til 20 í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder