2026-08-15 13:47
Í morgin, sunnudagin klokkan 11 skipar Argja kirkja aftur fyri útigudstænastu á AB-vøllinum.
Prestur verður Bergur Debes Joensen, og Katrin Simony Knudsen Mikkelsen hevur eitt orð til børnini.
Sungið verður lættir og kendir sangir, og eisini verður kirkjukaffi og okkurt gott til børnini eftir gudstænastuna, skrivar kirkjan í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald