Í dag eru fimm ár síðan, at Taliban-rørslan tók valdið aftur í Afganistan.
Hetta hátíðarhalda tey í Afganistan í dag m.a. við skrúðgongum, og einari røð av ítróttatiltøkum, har kvinnur ikki hava atgongd, skrivar Ritzau.
Síðan Taliban tók valdið aftur í Afganistan fyri fimm árum síðan, hevur stýrið avmarkað rættindi hjá kvinnum.
Taliban koyrdi táverandi stýrið frá, og forsetin flýddi úr landinum, eftir at amerikanskar herdeildir, sum høvdu verið í Afganistan í 20 ár, høvdu tikið seg úr landinum.
Síðan Taliban fekk valdið aftur, hevur stýrið sett í gildi yvir 100 kunngerðir, sum avmarka rættindi hjá kvinnum. M.a. hava kvinnur m.a. mist atgongdina til hægri útbúgving, og sleppa tær heldur ikki at vísa andlitið í almenna rúminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald