Uttanlands

Indonesia: Í minsta lagi 51 deyð

5.000 fólk eru flutt burtur orsakað av jarðskjálvtanum, sum rakti seint fríggjakvøldið okkara tíð.

(Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-16 10:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á deyðum efir jarðskjálvtan í Indonesia fríggjakvøldið okkara tíð er nú komið upp á 51, upplýsir varaheilsumálaráðharrin í landinum.

36 fólk eru álvarsliga løstað, og 77 onnur hava fingið smærri skaðar, skrivar Ritzau.

Jarðskjálvtin, sum máldi 7,7 á Richter-stiganum, varð fylgdur av umleið 341 eftirskjálvtum.

Jarðskjálvtin er deyðiligasti jarðskjálvti í Indonesia síðan 2022, tá ein jarðskjálvti kravdi fleiri enn 600 mannalív.

Umleið 5.000 fólk eru flutt burtur orsakað av jarðskjálvtanum. Enn er ikki greitt, hvussu nógv fólk eru saknað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder