Uttanlands

Forsetin í Kolumbia heitt á Trump um at strika toll eftir jarðskjálvta

Mánadagin var Kolumbia rakt av stórum jarðskjálvta, og tí hevur forsetin í landinum heitt á amerikanska starvsbróðir sín um fyribils at strika tollin, sum 24. juli hækkaði upp í 12,5 prosent.

(Mynd: Jonh Bonilla/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Jonh Bonilla/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-16 12:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Abelardo de la Espriella, forseti í Kolumbia hevur heitt á amerikanska forsetan, Donald Trump um fyribils at strika amerikanska tollin á vørur úr Kolumbia.

Í dagføring á X sigur de la Espriella, at hann í telefonsamrøðu við Trump bað amerikanska forsetan umhugsa at strika høga tollin fyri at minka búskaparliga trýstið á vinnuna í landinum, sum herfyri varð rakt av jarðskjálvta.

24. juli hækkaði amerikanski tollurin á kolumbiskar vørur frá 10 til 12,5 prosent. Einstakar vørur, harundir kaffi og olja, eru undantiknar.

Trump og de la Espriella tosaðu saman í 10 minuttir leygardagin, skrivar Ritzau.

Í samrøðuni sýndi Trump samkenslu við kolumbiska fólkinum, eftir at landið mánadagin varð rakt av ógvusligasta jarðskjálvtanum í hesari øldini.

Jarðskjálvtin, sum varð máldur til 7,4 á Richter-stiganum, hevur lagt stórar partar av vesturkolumbisku býunum Cali og Pereira í oyði, og í minsta lagi 294 fólk hava latið lív. Nærum 13.000 bygningar eru oyðilagdar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder