Russiski Moskva-landsluturin er vorðin álopin av hundraðtals ukrainskum dronum.
Tað boðar guvernørurin í Moskva, Andrej Vorobjov frá. Hann rópar álopið eitt av teimum størstu dronuálopunum í nýggjari tíð, skrivar Ritzau.
Fleiri fólk eru særd, meðan ein maður er deyður.
Í býnum Podolsk sunnanfyri Moskva hava vrakpetti frá einari dronu eisini sett eld á eina vørugoymslu hjá russiska nethandlinum Wildberries.
Ukraina hevur fleiri ferðir lopið á goymslur hjá Wildberries sum aftursvar til russisk álop á ukrainskar býir og undirstøðukervi.
Borgarstjórin í høvuðsstðanum Moskva, Sergej Sobjanin, boðar eisini frá dronuálopum í nátt.
Á russisku boðtænastuni Max skrivar hann, at russiskar loftverjuskipanir hava funnið yvir 600 dronur, sum høvdu kós móti Moskva, og at umleið 200 vórðu skotnar niður.
Eisini eru fráboðanir um álop aðrastðani í Russlandi, umframt at boðað verður frá russiskum rakettálopum í Ukraina, m.a. í høvuðsstaðnum Kyiv.
Í Ukraina verður sagt at í minsta lagi trý fólk hava latið lív, og í minsta lagi 20 fólk eru særd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald