Innanlands

Fleiri ferðsluóhapp í gjár

Men har var eingin fólkaskaði, upplýsir løgreglan.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-17 09:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár - klokkan 14.30 - varð boðað frá einum ferðsluóhappi á landsvegnum við Vatnsoyrar, har tveir bilar rendu saman.

Eingin fólkaskaði var, men akførini fingu so stóran skaða, at tey máttu flytast av staðnum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Eisini varð boðað frá tveimum øðrum ferðsluóhappum, sum tó heldur ikki høvdu nakran fólkaskaða við sær.

Á middegi kom ein bilur í Havn ov nær einum øðrum, tá hann skuldi snara, og um klokkan 20 varð boðað frá, at ein leigubilur á Langasandi var komin so langt út í vegjaðaran, at hjólini í høgru síðu endaðu niðri í veitini. Bilurin mátti hava hjálp at sleppa uppaftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder