Uttanlands

ES: Nýggj revsitiltøk móti Russlandi í heyst

Tað sigur uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas.

Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES og Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina avmyndaðir í Keypmannahavn, har evropeiskir stjórnarleiðarar hittust í oktober í fjør (Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES og Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina avmyndaðir í Keypmannahavn, har evropeiskir stjórnarleiðarar hittust í oktober í fjør (Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

2026-08-17 10:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ES ætlar at víðka revsitiltøkini móti Russlandi komandi mánaðirnar, sigur uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas.

Við týska blaðið Die Welt, sum Ritzau endurgevur, sigur hon, at revsitiltøkini hjá ES longu hava kosta Russlandi yvir eina billión evur (umleið 7.500 milliardir krónur).

Í heyst verða nýggj revsitiltøk løgd fram, og tað verður mest umfatandi revsipakkin, sum verður lagdur fram, síðan kríggið millum Russland og Ukraina byrjaði í 2022, sigur Kallas.

– Trýstið skal halda fram at vaksa, inntil russar gera ein enda á kríggi sínum.

Kaja Kallas greiðir ikki nærri frá tíðarætlanini ella revsitiltøkunum.

Seinastu revsitiltøkini hjá ES móti Russlandi - 21. revsipakkin - vórðu samktykt í juli. Talan var m.a. um tiltøk, sum raka russiska bankageiran og oljuvinnuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder