Fleiri lutir frá vælumtóktu donsku sjónvarpsrøðini "Matador" eru komnar á uppboðssølu hjá auktiónshúsinum Bruun Rasmussen.
Talan er m.a. um 24 upprunahandrit og fleiri búnar frá røðini.
Røðin, sum snýr seg um lívið hjá íbúgvunum í uppsunna danska býnum Korsbæk frá 1929 til 1947 er skrivað av Lise Nørgaard og varð send fyrstu ferð millum 1978 og 1982.
Upprunahandritini frá røðini verða mett at hava eitt virði á upp móti 100.000 krónur.
Millum búnarnar, sum eru til sølu, eru kjólar, sum m.a. sjónleikakvinnan Ghita Nørby var í í leiklutinum sum Ingeborg Skjern. Virðið á teimum verður mett at vera millum 10.000 og 25.000 krónur.
Lutirnir, sum verða seldir á uppboðssølu stava frá privatum søvnum.
Uppboðssølan endar 24. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald