Innanlands

Fólk í Haldórsvík enn biðin um at kóka vatnið

Men vatnið er reint í hinum bygdunum, sigur Sunda kommuna.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-08-17 12:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólk í Haldórsvík verða framvegis biðin um at kóka drekkivatnið, eftir at Sunda kommuna fríggjadagin boðaði frá, at bakteriur vórðu staðfestar í vatninum.

Boðað varð frá, at bakteriur vórðu staðfestar í drekkivatninum í fleiri bygdum - Haldórsvík, Nesvík, Norðskála, Oyrarbakka og Oyri.

Vatnið er tó reint aftur allastaðni uttan í Haldórsvík, sigur kommunan í einari dagføring.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder