Í heyst verður tónleikakappingin Sement aftur á skránni, og freistin hjá bólkum og einstaklingum at tekna seg er 1. september klokkan 12.
– Sement er fyri teg, sum tekur tónleikin í álvara og vil taka næsta stigið. Tað er onki aldursmark, og tú kanst vera bæði roynd/ur og óroynd/ur. Tað týdningarmesta er, at tú hevur okkurt, tú vilt vísa fram, skriva fyriskiparar.
Innleiðandi umførini í kappingini verða 3., 10., og 17. oktober, og finalan verður 24. oktober.
– Nógv nøvn, sum í dag eru kend á føroyska tónleikapallinum, hava verið við á Sement. Millum onnur RSP, Aggrasoppar, Tunghoyrt, Dania O. Tausen, Joe & The Shitboys, Marius DC, Jasmin Mote, Hamferð, Konni Kass og Lyon.
– Á Sement fært tú ein góðan og tryggan pall, sjónvarpsupptøkur, feedback og sparring frá royndum fólki í tónleikavinnuni og møguleika at spæla teg víðari til størri pallar.
Vinningarnir eru 30.000, 20.000 og 10.000 krónur, og eisini ber til at vinna eitt pláss á G!, SPOT Festival og øðrum pallum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald