Ein framstandandi limur í liberala russiska Jabloko flokkinum var í dag dømdur í arbeiðslegu í 11 ár og ein mánaða, skrivar Reuters tíðindastovan.
Talan er um politikaran Lev Sjlosberg, ið varð dømdur fyri at hava fordømt krígnum í Ukraina, sum hann undir rættarviðgerðini kallaði fyri eina vanlukku.
Sjlosberg, ið er næstformaður í Jabloko, var ákærdur fyri at hava funnist at vápnaðu styrkjunum. Sambært ákæruni hevði hann spjatt skeivar upplýsingar um herdeildirnar.
Sjlosberg í samrøðu við konuna Zhanna á rættarfundinum í dag, tá dómurin var sagdur (Mynd: Dmitry Vasilyev/Reuters/Ritzau Scanpix)
Í endarøðu síni fyri rættinum fríggjadagin segði politikarin, at hann var offur fyri einum politiskum rættarmáli. Eisini endurtók hann áheitanir um at fáa vápnahvíld í lag í Ukraina.
- Fólk í túsundatali eru deyð í ótíð. Fyrr ella seinni fáa vit tað sannað talið av deyðum at vita – við nøvnum – og tjóðin fer at skakast orsaka av hesum listanum av pínslaváttum, segði Sjlosberg í røðuni, sambært russiska miðlinum Mediazona.
Mediazona og russiska BBC hava skrásett nøvnini á minst 239.354 deyðum herfólkum. Tølini eru funnin í almennum skjølum. Miðlarnir skriva tó, at veruliga talið av deyðum er hægri.
Hvørki Russland ella Ukraina kunngera almenn tøl av deyðum í krígnum, skrivar Ritzau.
Tað er bert ein vika síðan, at hægstirættur í Russlandi sýtti Jabloko fyri at stilla upp til russiska tjóðartingsvalið í september.
Jabloko er einasti av russisku flokkunum, sum eru ímóti russiska krígnum í Ukraina.
Tað var tjóðskaparflokkurin Rodina, sum fór til rættin fyri at útihýsa Jabloko frá tjóðartingsvalinum.
Rodina flokkurin segði eittnú, at Jabloko hevur tikið móti stuðuli til valstríðið úr vestanlondunum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald