2026-08-18 08:04
Seint seinnapartin í gjár var sløkkiliðið kallað út til at sløkkja ein lítlan eld á almenna vesinum í Steinatúni í Havn.
Ein persónur var bjargaður út úr vesinum, og viðkomandi mátti flytast á landssjúkrahúsið at kannast fyri roykeitran. Men persónurin varð eisini skuldsettur fyri sjálvur at hava sett eld á, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Nakað av roykskaða var á vesinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald