Innanlands

Eykaskip skal finnast til Suðuroyarleiðina

Smyril skal aftur í dokk um tvey ár og verður tá væntandi úr sigling í tríggjar mánaðir.

Tað verður so ikki Galaxy, sum loysir av aftur. Skipið er farið til upphøggingar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað verður so ikki Galaxy, sum loysir av aftur. Skipið er farið til upphøggingar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-18 10:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinast var tað ferjan Galaxy, sum avloysti Smyril á Suðuroyarsiglingini og undan tí hava skip sum Herjólfur, Prince, og onnur avloyst.

Men longu um tvey ár skal Smyril aftur í dokk og Strandferðslan arbeiðir við at finna eitt eykaskip, sum kann loysa strandfaraskipið av, og er ikki bara sum at siga tað.

Smyril varð smíðaður í 2005 og var til 20 ára klassing í fjør.

- Krøvini til eitt slíkt skip frá klassanum eru strong og tað avmarkar nógv, hvar vit kunnu leita. Tí uttanfyri vesturevropa og Kanada er marknaðrin fyri so at siga óviðkomandi fyri okkum, sigur Dánjal Samuelsen, stjóri á Strandferðsluni, við útvarpið.

- Skipini sum hava avloyst hendan Smyril síðan hann fyrstu ferð var í dokk í 2007 eru eisini gomul, og um tey ikki longu eru upphøgd, so eru tey á veg til tað, sigur Dánjal Samuelsen.

Smyril skal sum nevnt í dokk aftur í 2028.

Les eisini: Galaxy seld til upphøggingar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder