Uttanlands

Haraldur kongur innlagdur á sjúkrahús

Er fyribils sjúkraskrivaður í tvær vikur – hesa tíðina er kúnprinsurin ríkisovasti.

(Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

2026-08-18 12:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Haraldur kongur í Noregi er innlagdur á sjúkrahús, og meðan kongur er sjúkrameldaður er tað Haakon Magnus krúnprinsur, ið virkar sum ríkisovasti, boðar norska kongshúsið frá á heimasíðuni.

Kongurin hevur hesar seinastu vikurnar verið í viðgerð við kortison fyri blóðsjúkuna hemolytisk anemi. Hetta hevur elvt til vætusamling í kroppinum, sum skal viðgerast á sjúkrahúsi, skrivar kongshúsið.

89 ára gamli Harald V kongur er fyribils sjúkraskrivaður í tvær vikur.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder