Mentan

Trølla Pætur og omman á Norð Festivalinum á Viðareiði 29. august

Umframt tað verður aftur ein kúgv flett á festivalinum í ar, so børn og vaksin kunnu síggja, hvussu fletting fer fram og fáa innlit í føroyskan sið og matmentan.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-08-18 22:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 29. august verður lagt upp til ein serliga stuttligan og familjuvinarligan dag á Norð Festivalinum á Viðareiði.

Lívligu og væl umtóktu Trølla Pætur og omman koma á vitjan og fara á pallin í tjaldinum við sangi, skemti og góðum lag fyri børn og barnsligar sálir.

Og hvør veit – kanska hevur Ommudidd eisini lagt leiðina norður um vøkru fjøllini fyri at heilsa upp á øll børnini á festivalinum.

Tá Trølla Pætur og omman eru liðug á pallinum, letur stóra barnalandið upp. Har verða hoppiborgir og annað stuttligt á skránni, og Silvi kemur eisini á vitjan hjá børnunum.

Norð Festivalurin leggur stóran dent á, at festivalurin skal vera eitt upplivilsi fyri alla familjuna. Tí verður eisini hildið fast í einari serligari siðvenju: Heimustovugarður flettir aftur í ár eina kúgv, so børn og vaksin kunnu síggja, hvussu fletting fer fram og fáa innlit í føroyskan sið og matmentan.

Festivalurin hevur eisini gjørt tað lagaligt hjá familjum at koma saman. Børn upp til seks ár sleppa ókeypis inn, meðan børn frá 6 til 12 ár einans gjalda 100 krónur.

Við Trølla Pæturi og Ommuni, stórum barnalandi, hoppiborgum, Silvi og føroyskum siðaarvi verður sostatt nógv at uppliva hjá yngru festivalgestunum – mitt í stórslignu náttúruni á Viðareiði.

Norð Festivalurin verður á Viðareiði 29. august 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder