Innanlands

Frá venjingarbúna til prestakjóla: Í Vestmanna kirkju klokkan 19 í kvøld

Ronald Risvig var venjari hjá ÍF í 1981. Nú er danin prestur og er aftur í Føroyum. Hetta fyri at hava fyrilestur í Vestmanna.

- Talan er um fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum eg kann lýsa hann gjøgnum gerandissøgur, fólk eg havi hitt og hvønn týdning, tey hava havt í mínum lívi, sigur Risvig (Mynd: vestmanna.fo)

- Talan er um fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum eg kann lýsa hann gjøgnum gerandissøgur, fólk eg havi hitt og hvønn týdning, tey hava havt í mínum lívi, sigur Risvig (Mynd: vestmanna.fo)

2026-08-19 07:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ronald Risvig er ikki eitt púra ókent navn í Føroyum.

Í øllum førum ikki í fótbóltsumhvørvinum og í Fuglafirði, tí í 1981 var Risvig høvuðsvenjari hjá ÍF .

Fyrrverandi fótbóltsvenjarin starvast nú sum prestur, og er komin til Føroya fyri at halda fyrilestur.

Hetta við heitinum "Frá venjingarbúna til prestakjóla". 

Fyrilesturin verður hildin í Vestmanna kirkju í kvøld, mikukvøldið 19. august klokkan 19.00. Tað skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu sínari.

- Talan er um fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum eg kann lýsa hann gjøgnum gerandissøgur, fólk eg havi hitt og hvønn týdning, tey hava havt í mínum lívi. Í tí sambandi eisini, hvønn týdning fótbóltur hevur fyri mín máta at hugsa uppá.
Hetta seti eg í fyrilestrinum í samband við sangirnar “Den røde tråd” og “Stjernefart” hjá Shu Bi Dua, og vísi á ein samanhang til kristindómin”, sigur Ronald Risvig við vestmanna.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder