Innanlands

Seglskipini koma til Leirvíkar fríggjadagin

Um 17-tíðina koma skipini inn, og á havnarlagnum verða matur og onnur ting.

2026-08-19 13:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagurin 21. august er heldur serstakur í Leirvík.

Tá koma tey føroysku seglskipini til Leirvíkar, og hetta verður hátíðarhildið við mati, aktivitetum og undirhaldi á havnarlagnum.

Tað skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari.

Millum annað fáa vitjandi bjóðað suppu og sneisabreyð og er talan um ókeypis tiltøk. 

Skrá

Kl. 16:00-21:00 Báta- og Listasavnið hevur opið. Ókeypis atgongd

Kl. 17:00 Seglskipini koma

Kl. 17:00 Skótarnir skipa kanorógving og grilla sneisabreyð

Kl. 17:00 Grilla sneisabreyð

Kl. 18:00 Suppa á brandstøðini

Kl. 18:00-22:00 Lávusarhús hevur opið. Tey hava kafé og ymiskt til sølu

Kl. 21:00 Per Martin Gregersen heldur røðu, eftir hetta er felagssangur á brandstøðini

Kl. 23:00 dansur við LM band á brandstøðini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder