Rithøvundurin Vónbjørt Vang, sum í fjør gjørdist vinnari av Bólmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, sum fyrsti føroyingur síðan Rói Patursson fekk heiðurin í 1986, er nú komin í Kraks Blå Bog.
Kraks Blå Bog er ein bók við biografium hjá kendum (núlivandi) danskarum, sum kemur út á hvørjum ári.
Forlagið Krak hevur í morgun kunngjørt hvørji tey nýggju nøvnini eru, sum verða tikin upp í næstu útgávuni av bókini galdandi fyri 2026/2027. Vónbjørt, sum vann Virðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið “Svørt Orkidé”, er einasti føroyingur, sum verður tikin við á hesum sinni. Ein kundi annars rokna við, at onkur av nýggju fólkunum í landsstýrinum komu við hesaferð, men helst varð landsstýrið skipað ov seint í mun til evstamarkið fyri framleiðsluni av hesi bók.
Sambært danska forlagnum eru persónar, sum eru við í Bláu Bók, ‘fakliga dugnaligir og viðurkendir innan sítt øki’ og harvið hava eina ‘týðandi, jaliga ávirkan á danska samfelagið’.
Her ber til at leita eftir hvør er við í bókini. Fyri at síggja lívssøguna, biografiina, hjá hvørjum einstakum, er neyðugt við haldi ella at keypa bókina.
Men við leiting framgongur, at tað eru 30 persónar við, ið eru skrásettir at vera føddir í Føroyum. Skrivar tú ‘Færøerne’ undir ‘adresse’ koma 68 nøvn fram.
76 nýggj nøvn eru í nýggju útgávuni av Kraks Blå Bog. Umframt Vónbjørt, eru eitt nú sangarin Benjamin Hav, fótbóltsjournalisturin Fritz Ahlstrøm og yvirborgarstjórin í Keypmannahavn, Sisse Marie Berendt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald