Ein maður úr Ukraina er handtikin í sambandi við spreingingarnar á Nord Stream gassleiðingina í Eystrasalti í september 2022.
Tað upplýsa týsku ákærumyndugleikarnir, sambært Reuters.
Tað var løgreglan í kroatiska býnum Pula, sum handtók mannin við støði í einum evropeiskum handtøkuboði.
Ein annar ukrainskur ríkisborgari varð fyrst í juli mánaði skuldsettur viðvirkan til krígsbrotsverk fyri sín leiðandi leiklut í spreingingunum, skrivar dr.dk.
Hesin maðurin, kallaður Serhii K. varð handtikin í august í fjør í Italia, og í november útflýggjaður til Týsklands, har hann síðan hevur sitið varðhaldsfongslaður. Talan er um ein fyrrverandi yvirmann í ukrainska herinum.
Tá Nord Stream-kaðalin var hann sprongdur í 2022 var hann partur av ukrainska herinum. Hann er undir illgruna fyri at hava samskipað yvirgangin móti rørleiðingunum í september 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald