Føroyingar eru garvillir eftir góðum burgarum. Tað varð staðfest uttan fyri Miðlon í dag.
Burgaravognurin Street Food, ið er gitin fyri sínar ræstkjøtaburgarar, stendur javnan við Miðlon, men í dag var vognurin yvirtikin av donskum burgarakokkum frá Hungry Dane Burger. Henda burgaramatstovan hevur vunnið virðisløn fyri burgaran Royal Dane, ið varð kosin tann besti í Danmark.
Og tað var júst hesin burgarin, ið var at fáa til keyps við Miðlon í dag. Og sum myndin vísir, var bíðirøðin um middagsleitið óvanliga long.
Les eisini: Virðisløntur burgari í Føroyum nakrar dagar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald