Gravgangur er eftir at síggja Disney-sangleikin Klokkarin í Notre Dame í Norðurlandahúsinum komandi mánað. Tí eru tvær eykasýningar nú settar á skrá í Norðurlandahúsinum, ávikavist sunnudagin 6. september klokkan 16 og hóskvøldið 10. september klokkan 19.30.
Leikurin snýr seg um einsama og mishátta klokkaran, Quasimodo, ið livir í duldum í tornunum á Notre Dame kirkjuni. Fyrstu ferð hann vágar sær út um kirkjumúrarnar, møtir hann Esmeraldu og verður drigin við á eina spennandi og vandamikla ferð í París anno 1482. Ein ferð, ið broytir alt.
- Hetta er fyrstu ferð, at sangleikurin verður settur upp í Føroyum, og sølan hevur gingið væl. Vit eru ógvuliga spent upp á at framføra leikin, sum vit hava vant í fleiri mánaðir, sigur Aksel Remmel, ið er leikari og ein av stigtakararnum.
Familju sangleikurin er egnaður børnum frá 7 árum.
Leikarar
- Aksel Remmel: Phoebus, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn
- Ári Berghamar Danielsen: Clopin, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn
- Bergur Fonsdal Johannesen: Frollo, útbúgvin á The Academy of Performing Arts í Prag
- Borgfríð Fonsdal Johannesen: Quasimodo, útbúgvin á Institute of the Arts í Barcelona
- Maria á Lakjuni Djurhuus: Esmeralda, útbúgvin á jútska musikkonservatoriinum í Aarhus
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald