Innanlands

Føroyingur stendur á odda fyri gjøgnumbroti í Sønderborg

Ferðavinnusmiðurin Apollo Rejser fer frá sumri 2026 at bjóða beinleiðis charterferðir úr Sønderborg til Chania á Kreta og Ioannina í Grikkalandi. Jákup Sverri Kass er flogvallarstjóri.

2026-08-19 22:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sønderborg Lufthavn hevur kunngjørt eitt nýtt samstarv við stóra skandinaviska ferðavinnuoperatørin Apollo Rejser, sum frá summarinum 2027 fer at bjóða beinleiðis charterferðir úr Sønderborg til Chania á Kreta og Ioannina í Grikkalandi.

Stjóri á Sønderborg Lufthavn er føroyingurin Jákup Sverri Kass, sum áður hevur verið sølu- og marknaðarleiðari í Atlantic Airways og stjóri í Vága Floghavn frá 2012 til 2017.

Síðani hann tók við stjórastarvinum í Sønderborg hevur eitt av høvuðsmálunum verið at styrkja ferðafólkagrundarlagið hjá flogvøllinum, og er ferðafólkatalið økt við 31 prosentum frá 2023 til 2025. Eisini hevur miðvíst verið arbeitt við at skapa meira virksemi uttan fyri ta vanligu vinnuferðsluna. Samstarvið við Apollo verður mett sum eitt týðandi stig í tí arbeiðinum.

Í fyrstu sesongini verður talan um meira enn 3.600 flogsetur úr Sønderborg. Ruturnar verða riknar av Aegean Airlines, størsta flogfelagnum í Grikkalandi, sum flýgur til Kreta við Airbus A320, og av Air Seven, sum flýgur til Ioannina við Boeing 737-800.

- Vit hava arbeitt miðvíst við at víðka grundarlagið undir virkseminum hjá flogvøllinum og skapa nýggjar møguleikar fyri ferðafólk í Sønderborg og Sønderjylland. Tí fegnast vit um, at Apollo nú velur eitt at byrja eitt so umfatandi charterprogram úr Sønderborg, sigur Jákup Sverri Kass.

Apollo er ein av størstu charterferðaskrivstovunum í Danmark og Skandinavia. Við nýggju rutunum fáa ferðafólk beinleiðis atgongd til nøkur av mest eftirspurdu summarmálunum í Grikkalandi, samstundis sum Ioannina eisini gevur góðar møguleikar at ferðast víðari til bæði griksku vesturstrondina og Albania.

Fyri føroyska stjóran er kunngerðin eitt dømi um, hvussu regionalir flogvallir kunnu mennast við málvísum arbeiði og sterkum samstarvum. Samstundis er talan um fyrstu ferð, at Apollo velur at seta á stovn sítt egna charterprogram úr Sønderborg Lufthavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder