Í gjár var eitt ferðsluóhapp á vegamótinum har vegurin á Hjalla fer út á Kalsbaksvegin. Ein bilur stóð og bíðaði fyri at snara til vinstru inn á Hjalla, tá hann varð árendur av einum bili, sum kom aftanífrá, og ikki megnaði at snara uttan um bilin, ið blinkaði til vinstru.
Talan var einans um materiellan skaða.
Í Vágum støðgaði løgreglan einum prutli í gjárkvøldið við tveimum persónum á. Bæði prutlførarin og tann, ið sat aftanfyri fingu bót. Prutlførarin fekk eisini bót fyri at koyra uttan nummarplátu á prutlinum.
Í gjár fekk løgreglan fráboðan um herverk, ið varð gjørt á ein bil á Garðavegi. Spegl og annað er brotið av bilinum. Herverkið er helst farið fram millum leygardag og sunnudag. Løgreglan vil fegin hoyra frá fólki, ið hava hoyrt ella sæð okkurt í hesum sambandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald