Innanlands

Løgmaður er medvertur á norðurlendskum toppfundi

Árligi fundurin millum stjórnarleiðararnar í Norðurlondum verður hildin í Høvelte kaserne og Marienborg í Danmark í dag.

Tað er ikki vanligt, at Føroyar og Grønland eru umboðað, tá norðurlendsku stjórnarleiðararnir hittast á árliga summarfundinum (Savnsmynd: Katja Säilä, Valtioneuvoston kanslia / norden.org)

Tað er ikki vanligt, at Føroyar og Grønland eru umboðað, tá norðurlendsku stjórnarleiðararnir hittast á árliga summarfundinum (Savnsmynd: Katja Säilä, Valtioneuvoston kanslia / norden.org)

2026-08-20 09:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Beinir Johannesen, løgmaður, er medvertur, tá stjórnarleiðararnir í Norðurlondum í dag hittast til árliga summarfundin, sum hesaferð verður hildin í Danmark. Hetta er fyrstu ferð, at Føroya løgmaður er medvertur fyri henda fundin, skrivar Ritzau.

- Felags formansskapurin í norðurlendska ráðharraráðnum er eitt natúrligt stig í okkara tætta samstarvi – ikki ein kollvelting, men eitt greitt tekn um, at Føroyar og Danmark lyfta uppgávuna saman, sigur Beinir Johannesen, løgmaður í viðmerking til Ritzau tíðindastovuna.

Norðurlendski summarfundurin verður hildin á hvørjum ári, har leiðararnir í Norðurlondum hittast fyri at tosa um felags áhugamál og avbjóðingar. Í ár verður fundurin hildin fyrst á Høvelte Kaserne, og síðan á Marienborg uttan fyri Keypmannahavn.

Felags vertsskapurin er eitt nýtt fet í samstarvinum innan ríkisfelagsskapin. Fyri bert tveimum árum síðani, vóru Føroyar og Grønland ikki eingang boðin við, tá líknandi fundur varð hildin í Svøríki.

At Beinir Johannesen nú stendur og tekur ímóti á jøvnum føti við danska statsministaran er eitt greitt dømi um, hvussu ríkisfelagsskapurin hevur ment seg seinastu árini, vísir Heini í Skorini, professari í statsvísindum á í samrøðu við Ritzau.

Helsingfors-avtalan til viðgerðar

Á summarfundinum skulu norðurlendsku leiðarararnir eitt nú  tingast um Helsingfors-avtaluna, sum er grundarlagið undir Norðurlandaráðnum.

Danmark hevur strongt á fyri at broyta Helsingfors-avtaluna, so at Føroyar, Grønland og Áland kunnu gerast fullgyldugir limir í ráðnum, og ikki sum nú vera ein partur av ávikavist donsku og finsku umboðanini.

Mett verður, at fundurin í dag kann fáa stóran týdning fyri Føroyar.

- Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at Føroyar fáa fullan og javnbjóðis limaskap í norðurlendska samstarvinum. Tað snýr seg um at styrkja felagsskapin og tryggja, at øll norðurlond hava eina sterka og javnbjóðis rødd, sigur løgmaður.

Luttakarar á fundinum í dag eru: Mette Frederiksen, Danmark, Beinir Johannesen, Føroyar, Jens-Frederik Nielsen, Grønland, Petteri Orpo, Finland, Kristrún Frostadóttir, Ísland, Jonas Gahr Støre, Noreg, Ulf Kristersson, Svøríki og Katrin Sjögren, Áland. Karen Ellemann, aðalskrivari í Norðurlendska Ráðharraráðnum er eisini við í pørtum av fundinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder