Innanlands

Yvir 20.000 húski í Føroyum

Í tveimum triðingum av húskjunum búgva eingi børn.

2026-08-20 10:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrsta juli vóru 20.064 húski í Føroyum. Tað er 187 fleiri enn við ársbyrjan. Hetta sama tíðarskeiði er fólkatalið vaksið við 603 fólkum. Tað vísa nýggjastu hagtølini yvir húski hjá Hagstovuni.

Í góðum fjórða hvørjum húski - 28 prosent - býr eitt fólk, í tali 5.579 húski. Hetta er størsti húskisbólkur. 

Næststørsti húskisbólkur, sum er nærum líka stórur sum tey støku, er bólkurin tvey vaksin uttan børn. Fyrsta juli vóru tey 5.017 í tali, sum svarar til ein fjórðing av øllum húskjunum. 

Hesir báðir húskisbólkar eru sostatt yvir helvtina av øllum húskjum í Føroyum. Í tveimum triðingum av húskjunum búgva eingi børn.

Lutfalsliga er tað húskisbólkurin við einum vaksnum, sum er vaksin mest seinastu árini við einum vøkstri á 39 prosentum, síðan 1 januar 2014. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder