Norðurlendska kokkakappingin fyri ungar kokkar, Arctic Young Chef, stytt AYC, er aftur á skránni í ár. Og fyrsta innleiðandi kappingin verður tann føroyska, ið verður hildin á Tekniska skúla í Klaksvík nú um vikuskiftið, samstundis, sum sjómannadagar eru.
AYC var hildin á fyrsta sinni í 2024. Eitt innleiðandi umfar verður hildið í londunum Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Noregi. Vinnarin í hvørjum landi heldur fram til eitt finaluumfar, har kappast verður ímóti vinnarunum úr hinum londunum.
Treytirnar fyri at luttaka eru, at tú stendur í læru sum kokkur ella hevur staðið sveinaroyndina fyri kokkar, men í mesta lagi ert 24 ár. Í mesta lagi átta luttakarar sleppa at kappast í innleiðandi umfarinum í hvørjum landi.
Í kokkakappingini sjálvari verður dentur lagdur á:
- rávørur, ið eru ov lítið gagnnýttar
- at samantvinna siðvenju og nýhugsan
- haldføri og matspill
- at menna rættir, ið kunnu borðreiðast í t.d. skúlum og almennum køkum
Rávørurnar, sum kokkarnir skulu brúka til høvuðsrættin verða havtaska og blálonga.
Dómarar til kappingina verða Jaspur Svabo Jørgensen, Sebastian Jiménez, Sonni Zachariassen og Rannvá Lamhauge Beder úr Føroyum, og íslendingarnir Hermann Þór Marinósson og Þórir Erlingsson.
Ungu kokkarnir, sum eru við í kappingini eru:
- Matteo Coosemans, Roks
- Mogens Højsted, var eisini við seinast
- Angela E. Ruffin, Hotel Brandan
- Krista Kjærbo, The Tarv
- Aksel Schellerup, Koks
- Lassi H. Klein, ið varð kosin besti ungi kokkur í Evropa í fjør
Innleiðandi kappingin í Íslandi verður 5. september, í Noregi 28. oktober og í Grønlandi einaferð í komandi ári. Finalan verður í Reykjavík í 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald