Mentan

Bingo! - sjónleikakonsert setur Niels Midjord í miðdepilin

Vísusangarin og listamaðurin, sum doyði í 2022, verður heiðraður á mentanardøgunum í Fuglafirði.

2026-08-21 09:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein av stóru upplivingunum á Mentanardøgunum í Fuglafirði í ár verður ein nýggj sjónleikakonsert, har tónleikaheimurin hjá Niels Midjord, sála, er miðdepilin.

Fuglfirðingurin Niels Midjord, sum doyði í 2022, verður heiðraður í øllum frá rokki til popp og blues – við einum sterkum hópi av tónleikarum og leikarum á pallinum.

Sjónleikakonsertin verður leygarkvøldið 5. september klokkan 20.

Tað er Dánjal á Neystabø, sum hevur lagt tónleikin til rættis og Kjartan Hansen hevur leikstjórnað.

Á palli vera:

Kjartan Hansen
Dánjal á Neystabø
Høgni Lisberg
Benjamin Petersen
Guðrið Hansdóttir
Bárður Reinert
Marius D.C.

Sjónleikakonsertin er samstundis partur av einum størri tema á Mentanardøgunum í ár, har Niels Midjord verður settur í miðdepilin upp á fleiri ymiskar mátar. Meira at frætta um ymiskt í næstum.

Atgongumerkini fara til sølu í dag klokkan 12.00 á mh.fo

Áhugin fyri Mentanardøgunum tykist vera stórur í ár – konsertin við Clickhaze, sum verður seinni sama kvøld, var útseld innan eitt samdøgur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder