Løgreglan í Norðurjútlandi hevur seinastu tíðina eftirlýst 30 ára gamla Niels Holm. Løgreglan vil hava fatur á manninum í sambandi við eitt neyðtøkumál í Frederikshavn í mars 2024.
Um føroyingin Niels Holm, sigur løgreglan, at hann er 189 metrar høgur, klænur, hevur brýn eygu, reydligt hár og hevur maritimar tattoveringar á armunum.
- Vit hava framvegis áhuga at finna fram til Niels Holm, og tískil er okkara eftirlýsing framvegis aktuell. Vit heita á borgarar um at vera uppmerksom - eisini um tey eru uttanfyri Norðurjútand, sigur politikomisserur Peter Skovbak frá kanningardeildini í Frederikshavn.
Sambært løgregluni veit Niels Holm av, at leitað verður eftir honum.
Politikomisserurin ger greitt, at tað er revsivert at fjala ella á annan hátt at hjálpa fólki, sum flýggja undan løgregluni.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at maðurin, sum nú rópar seg Niels Holm, hevur nakað við løgreglu at gera. Sum 22 ára gamal rýmdi hann frá løgregluni í Nuuk. Hetta var í samband ivið eitt mál um eldáseting.
Frihedsbrevet.fo skrivar, at tá maðurin var eftirlýstur í Nuuk var tað undir navninum Niels Corneliusarson. Nú er tað so undir navninum Niels Holm, men í føroyum, har hann eisini er dømdur fyri brotsverk, er hann kendur sum Niels Gilstein Midjord.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald