Innanlands

Umlegging av koyrivegi hjá Vága Floghavn

Heitt verður á bilførarar um at vísa serligt varsemi.

2026-08-21 16:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í sambandi við útbygging av parkeringsøkinum hjá Vága Floghavn, verður koyrivegurin á norðursíðuni av verandi parkeringsøki lagdur um í tíðarskeiðnum frá 24. august til 15. oktober.

Økið verður frámerkt við skeltum og avbyrgt við betong-klossum, sigur flogvøllurin.

Heitt verður á bilførarar um at vísa serligt varsemi í hesum sambandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder