Innanlands

Almenn móttøka fyri Høgna Joensen

Skúlastjórin, sum hevur staðið á odda fyri Skúlanum við Løgmannabreyt, síðan hann lat upp í 2008, fer frá fyri aldur, og tí verður almenn móttøka 28. august.

Høgni Joensen hevur verið skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt síðan 2008 (Mynd: Skúlin við Løgmannabreyt)

Høgni Joensen hevur verið skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt síðan 2008 (Mynd: Skúlin við Løgmannabreyt)

2026-08-22 11:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Høgni Joensen, sum hevur skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt, síðan skúlin lat upp í 2008, fer frá fyri aldur, í hesum sambandi verður skipað fyri almennari móttøku.

Almenna móttøkan verður í Skúlanum við Løgmannabreyt fríggjadagin 28. august frá klokkan 15 til 17, skrivar skúlin í tíðindaskrivi.

Høgni varð settur sum skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt, meðan skúlin stóð í bygging, og hevur tí verið við frá byrjan og staðið á odda fyri skúlanum øll árini.

Turid Vang Frederiksen er sett í starv sum nýggjur skúlastjóri, og tekur hon við 1. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder