Innanlands

14,2 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar

Talan er um ein vøkstur á 813 milliónir krónur - ella 6,1 prosent.

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2026-08-22 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu 12 mánaðirnar - í tíðarskeiðnum august 2025 til juli 2026 - vórðu 14,2 milliardir krónur útgoldnar í lønum í Føroyum.

Talan er um ein vøkstur á 813 milliónir krónur - ella 6,1 prosent, skrivar Hagstovan.

Menn áttu 62 prosent - 8,7 milliardir krónur - av útgoldnu lønunum í áðurnevnda tíðarskeiðnum.

Av samlaða lønarvøkstrinum áttu menn 68 prosent - 560 milliónir krónur.

Útgoldnu lønirnar hjá monnum vóru sløk sjey prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar. Hjá kvinnum var vøksturin fimm prosent.

Tá hugt verður at lønunum í ymisku vinnugreinunum, sæst, at størsti vøksturin í krónum var hjá teimum, sum arbeiddu innan landbúnað, skógrøkt og fiskiveiðu.

Vøksturin var serliga stórur í botnfiskiveiðu. Har vóru útgoldnu lønirnar tilsamans 240 milliónir krónur størri seinastu 12 mánaðirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder