Ein persónur er deyður, og tríggir aðrir særdir, eftir at ein 18 ára gamal maður leyp á við svørði á einum miðnámsskúla í svenska býnum Fagersta seinnapartin í gjár, upplýsir svenska løgreglan.
Tann 18 ára gamli álopsmaðurin, sum var fyrrverandi næmingur á skúlanum, varð skotin og handtikin, skrivar Ritzau.
Upplýst er at ofrini eru millum 12 og 17 ára gomul. Tvey av teimum særdu vórðu álvarsliga løstað. Persónurin, sum varð dripin, var ein 17 ára gomul genta.
Tvey hús eru rannsakað í sambandi við málið, og løgreglan hevur enn ikki sagt nakað um motivið hjá álopsmanninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald