Innanlands

Íbúgvar og handilsrekandi vaska piss og spýggj upp eftir náttarlívinum

Piss og spýggj uttan fyri dyrnar. Glaspetti, plastgløs, sigarettstubbar, snúsposar og pizzabakkar á gøtuni. Nú er ovboðið hjá fólki, sum búgva nærhendis Blábarr ella hava handil har.

(Kringsýnismynd: Tórshavnar kommuna)

(Kringsýnismynd: Tórshavnar kommuna)

2026-08-23 20:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Íbúgvar og handilsrekandi í økinum kring Blábarr í miðbýnum í Havn hava fingið nokk. Í opnum brævi til Elsu Berg, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, verður gjørt vart við skilið í miðbýnum.

Piss og spýggj uttan fyri dyrnar. Glaspetti, plastgløs, sigarettstubbar, snúsposar og pizzabakkar á gøtuni. Leygar- og sunnumorgnar noyðast íbúgvar og handilsrekandi sjálvir út at vaska og rudda uttan fyri sínar egnu dyr, skriva tey í brævinum.

Tey gera vart við, at Blábarr bert hevur tvey ves og onga pissirennu, og at tað sæst aftur úti á gøtuni.

- Vit eru ikki ímóti tónleiki, skeinkistøðum ella ungum fólki í býnum. Men tað kann ikki vera prísurin fyri at búgva í miðbýnum, at ein skal góðtaka ótolandi ólógligan larm, manglandi náttarfrið, piss og spýggj við húsadyr – meðan kommunan hyggur at.

- Hvussu leingi ætlar Tórshavnar kommuna at góðtaka, at boð frá kommununi sjálvari ikki verða fylgd, spyrja tey borgarstjóran.

Les alt brævið á lesarin.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder