Innanlands

Løgreglan eftirlýsir eldri, dementan mann

Hann er seinast sæddur á Láargarði kl. 16:30 í dag.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-23 21:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Politiið leitar í løtuni eftir einum eldri manni, sum er dementur.

Hann er seinast sæddur í dag kl. 1630 á Láargarði í Havn. Hann er ílatin bláa skjúrtu, svartar buksur og svartar skógvar. Og gongur rættiliga framyvir hokin.

Vinarliga haldið eitt vakið eyga og hjálpið okkum at finna mannin, sigur løgreglan.

Ringið 114, um tit koma í samband við viðkomandi mann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder