Uttanlands

Støðan hjá norska konginum versnað

89 ára gamli Harald kongur, sum hevur verið innlagdur seinastu vikuna, fær í løtuni antibiotika fyri eina infektión í blóðinum.

(Mynd: Javad Parsa/Reuters/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Javad Parsa/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-08-24 07:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norski Harald kongur er framvegis innlagdur á ríkissjúkrahúsinum í Oslo, og støðan hjá honum er versnað um vikuskiftið, upplýsti norska kongshúsið í tíðindaskrivi sunnukvøldið.

89 ára gamli Harald kongur fær í løtuni antibiotika fyri infektión í blóðinum, og hann hevur verið móttakiligur yvirfyri viðgerðini, verður upplýst sambært Ritzau.

Tað var mánadagin í farnu viku, at norska kongshúsið upplýsti, at kongurin var innlagdur, eftir at hann seinastu vikurnar hevur verið í viðgerð fyri blóðsjúkuna hemolytisk anemi, sum hevur elvt til vætusamling í kroppinum. Millum sjúkueyðkennini eru møði, ørilsi og hjartabankan.

Hetta er aðru ferð í ár, at norski kongurin hevur verið innlagdur. Í februar varð hann innlagdur á sjúkrahúsi á sponsku frítíðaroynni Tenerife, har hann og Sonja drotning vóru á privatari ferð. Tá fekk hann viðgerð fyri uppturking og bruna í beininum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder