Í dag byrjar virksemið á Hægri Námi á Glasi fyri komandi skúlaár, og tá fara yvir 200 fólk at lesa á Hægri Námi á Glasi, og talið hevur ongantíð verið hægri, skrivar Glasir í tíðindaskrivi.
82 verða fulltíðarlesandi og 121 verða parttíðarlesandi.
Í ár byrja 22 at lesa marknaðarførslubúskap. Níggju taka framhaldsútbúgvingina Altjóða handil og marknaðarførsla á bachelorstigi. Sjey eru í holt við Fíggjarbúskap, og 44 lesa Byggifrøði í løtuni. 17 teirra skulu til endaliga próvtøku sum professiónsbachelorar komandi summar.
Í løtuni eru 121 lesandi innskrivað til parttíðarlestur á Hægri Námi á Glasi.
45 lesa Diplom í leiðslu. Hægri Nám á Glasi hevur eisini HD-útbúgving í samstarvi við Aarhus Universitet. 32 taka HD fyrra part og 15 annan part. Harumframt byrja níggju lesandi á komandi akademiútbúgving í Fíggjarligari ráðgeving, 14 taka Grundleggjandi leiðsluútbúgving, og seks skriva høvuðsritgerð á akademiútbúgvingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald